Vit koksast fyri føroyskum smakki og anga, til hann brýtur slóð
Vit koksast fyri føroyskum mati, sum skal tøla kræsnastu gómar og ganda fram nýggjan smakk. Vit síla anga og smakk úr brekkum, skorum og fjøllum, sum grønska og gulna í vindblástum saltráma, regni og sól. Rárir úrdráttir saman við haggóðum kjøti og blonkum fiski, tí, sum hevur lagt seg á botni og flýgur í lofti.